Keyps- og veitingartreytir
1. Inngangur
Sjóvar kommuna
Skúlavegur 10, 490 Strendur
2. Avtalutreytir og upplýsingaskylda
Tá ið tú rindar fyri eitt skeið, skalt tú góðtaka hesar keyps- og veitingartreytir.
3. Trygd í sambandi við keyp
Sjóvar kommuna nýtir Quickpay til at handfara keyp á hesi síðu.
Quickpay veitir í samstarvi við Swedebank vissu fyri, at tínar kortupplýsingar verða bronglaðar og sendar beinleiðis til bankan ígjøgnum eitt trygt samband (SSL).
Sjóvar kommuna hevur ikki atgongd til upplýsingar á tínum gjaldkortið.
4. Rindan
Tú kanst rinda við hesum gjaldkortum:
- Visa
- Mastercard
Tú rindar við at skriva títt kortnummar, eftirlitstal, og nær kortið gongur út. Ókeypis er at nýta gjaldkortið.
5. Gjaldoyra og kvittan
Allir prísir eru í donskum krónum (DKK). Fyrilit verður tikið fyri prísbroytingum.
Tá ið tú hevur rindað, verður kvittan send á tín teldupost við upplýsingum um keypið.
Skeiðini eru frítikin fyri MVG.
6. Vøruveitingar
Tá skeiðið er goldið ert tú tilmeldaður til skeiðið. Gjaldið verður ikki endurrindað um tú av einhvørjari orsøk velur at gevast á skeiðnum. Verður skeiðið avlýst verður upphæddin tó endurrindað.