Fult teknað
|
Hilmar Højgaard
Máling og List
Hvar: í Stranda skúla
Nær: Eftir avtalu
Skeiðslýsing: Á skeiðinum fara vit at læra grundleggjandi um ymiskt tilfar og litir.
Skeiðið er baði tekniskt og listarligt. Vit fara at hyggja uppá ymisk hugtøk í listasøguligum høpi. Sjálvandi fara vit eisini at fáa royndir í at mála og fara at leggja dent á ymiskar teknikkir, í samband við eygleiðing, tilfar og handalag.
Millum annað fara vit at læra um :
- litir og ymiskt tilfar
- teknikkir til gerð av skitsum, hvussu vit brúka ljós, myrkur, skuggar og ymiskar strukturir
- Perspektivering – at síggja mál í røttum høpi ella frá røttum sjónarhorni
- Kyrrlutamynd (stilleben) - málningur av andleysum lutum, t.d. blómum, fruktum ella djór
Vit fara mest at brúka akryl og kolstiftir og mála á lørit.
Undirvísingin verður skipað sum partvís felags undirvísing, tó mest ein til ein.
Prísur
500 kr
Fult teknað