Sjóvar kvøldskúli
Fult teknað
|
Siri E. Gray og Poulina Chung

Endurnýtslu-seyming

Seymiskeið í endurnýtsluseyming

Hvar: í Stranda skúla

Nær: Undirvíst verður leygar- og sunnudag fýra vikuskifti - tvey vikuskifti í heyst og tvey vikuskifti í vár.

  • 24. okt. kl. 10-16 og 25. okt. kl. 15-18
  • 21. nov. kl. 10-16 og 22. nov. kl. 15-18
  • Vit hava ikki sett dato á tvey tey seinnu vikuskiftini, men hugsa síðst í januar og fyrst í mars

Skeiðslýsing: Hevur tú gomul pløgg hangandi í skápinum, sum ikki verða brúkt longur? Á hesum skeiðinum læra vit at geva klæðum nýtt lív heldur enn at vraka tey og keypa nýtt.

Vit arbeiða við at umskapa og endurnýta gomul pløgg til nýggjar og skapandi lutir. Til dømis kann ein gamal jakki gerast til eina smarta tasku, ein skjúrta til eina pútu, ella okkurt heilt annað

Skeiðið er ætlað bæði royndum og óroyndum - øll eru vælkomin, og undirvísingin verður lagað eftir førleikum og ynskjum hjá luttakarunum.

Endamál:

  • At minka um burturkast og stuðla burðardyggari nýtslu.
  • At læra grundleggjandi og kreativar seymaførleikar.
  • At geva gomlum klæðum nýtt virði og nýtt lív.
  • At fáa íblástur til sjálv at arbeiða við endurnýtslu.

Kom og ver við til at skapa okkurt nýtt úr tí gamla!

Prísur
300 kr
Fult teknað