Koyrikort til lítil prutl
Hvar: Ástøðisfrálæran er í Stranda skúla og koyrifrálæran á bygdavegastrekkjum á Strondum.
Nær: Eftir avtalu (mars/apríl)
Kostnaður: Umframt kostnaðin á kr. 1.500, skulu luttakarar á skeiðnum gjalda kr. 300 til Akstovuna. Frítíðarkortið kann nýtast at gjalda fyri skeiðið, men tú verður noyddur at gjalda sjálvur fyrst og síðani fært tú peningin endurgoldnan.
Skeiðslýsing: Undirvísingin verður skipað soleiðis:
Frálæran er løgd til rættis við 27 skúlatímum á 45 minuttir. Av hesum eru 15 tímar í ástøðisfrálæru og 12 tímar í verkligari koyrifrálæru.
Undirvísingin í ástøði verður umleið fýra kvøld. Møtiskylda er til allar tímarnar.
Næmingurin skal hava lógligt prutl við til koyrifrálæruna. Loyvi at koyra millum heim og undirvísingarstað í undirvísingartíðarskeiðinum verður givið.
Ert tú undir 18 ár, er eisini krav, at tú hevur verið á skeiði í fyrstuhjálp. Kvøldskúlin bjóðar eisini hetta skeiðið, sum fevnir um 8 tímar í frálæru:
- 4 tímar í grundleggjandi uppafturlívgan
- 4 tímar í fyrstuhjálp í ferðsluni fyri ungar prutlførarar
Undirvísingin í fyrstuhjálp verður í skúlatíð, og tá mugu næmingarnir biðja sær frí. Møtiskylda er til hesa undirvísing. Skeiðið skal verða gjøgnumført, áðrenn ástøðisroyndin verður tikin.
Endalig ástøðisroynd verður á Akstovuni, og verkliga koyriroyndin verður á Strondum.
Treytin fyri luttøku á skeiðnum er, at tú verður 15 ár áðrenn juni 2027.