Trummu undirvísing
Hvar: í Stranda skúla
Nær: Týsdagar millum kl. 15-19 - byrjað verður týdagin 20. oktober.
Skeiðslýsing: Trummuundirvísing fyri børn og ung
Hevur tú hug at læra at spæla trummur? Í hesi undirvísingini fara vit at arbeiða við grundleggjandi taktum og rytmumynstrum.
Vit læra at telja og spæla taktir, venja sangir, og seta alt saman, so tað verður bæði stuttligt og lætt at skilja.
Undirvísingin er løgd til rættis fyri øll frá 7 ár og uppeftir, og verður tillagað til einstaka næmingin – bæði fyri nýbyrjarar og tey, sum longu duga eitt sindur.
Málini eru, at tú skjótt skal fáa gleði av at spæla, men samstundis byggja upp góðar vanar og førleikar, sum tú kanst brúka víðari í tónleikinum.
Frítíðarkortið kann nýtast at gjalda fyri skeiðið, men tú verður noyddur at gjalda sjálvur fyrst og síðani fært tú peningin endurgoldnan.