Rørsluklubbin - kvøldarvenjingar
Hvar: í Stranda skúla
Nær: Mána- og Mikukvøld frá kl. 20:00-21:00 - byrjað verður mikukvøldið 4. november 2026.
Skeiðslýsing: Rørsluklubbin er bæði til tann longu virkna luttakaran, ið ynskir at gerast uppaftur meira virkin, men eisini til tín, sum ikki ert so røsk/raskur at røra teg.
Sum luttakari kemur tú at venja saman við øðrum luttakarum til ymiskar staðvenjingar. Byrjað verður við eini stuttari upphiting uppá einar 5 minuttir, og síðani verður vant staðvenjing í 16 minuttir. Til hvørja staðvenjing eru trý ymisk støði, so øll kunnu luttaka, óansæð hvussu ein kropsliga er fyri.
Venjingarhátturin er tann sokallaði High Intensity Interval Training (HIIT), har luttakarar arbeiða hart í stutta tíð, við stuttari hvíld ímillum. Á henda hátt venja vit bæði styrki og úthaldni.
Rógvi Nónsgjógv Poulsen er undirvísari á skeiðnum, og kemur hann at hjálpa og stuðla luttakarunum til venjingarnar.
Skeiðið byrjar mikukvøldið 4. november 2026, og endar mikukvøldið áðrenn páskafrítíðina, 17. mars 2027.
Vant verður mána- og mikukvøld kl. 20:00 - 21:00 í fimleikarhøllini í Stranda skúla.