Sjóvar kvøldskúli
18 tøk pláss
|
Rógvi Nónsgjógv Poulsen

Venjing fyri eldri borgarar

Hvar: í fimleikarhøllini í Stranda skúla

Nær: Mána- og fríggjamorgnar kl. 11:00-11:30 - byrjað verður fríggjamorgunin 6. november

Skeiðslýsing: Bjóðað verður til fjølbroytta venjing, har dentur verður lagdur á at varðveita styrki, javnvág og rørsluførleika.

Venjingarnar eru lagaðar til eldri fólk, og øll kunnu vera við eftir sínum førleikum. Sum luttakari venur tú í tínum egna tempo.

Hví vera við? Reglulig venjing kann geva tær meira orku, betri javnvág og størri sjálvbjargni. Samstundis fært tú høvi at skapa ein virknan og heilsugóðan gerandisdag saman við øðrum.

Rógvi Nónsgjógv Poulsen er undirvísari á skeiðnum, og kemur hann at hjálpa og stuðla luttakarunum til venjingarnar.

Skeiðið byrjar fríggjadagin 6. november 2026, og endar fríggjadagin áðrenn páskafrítíðina, 19. mars 2027. Vant verður mána- og fríggjamorgnar kl. 11:00 - 11:30 í fimleikarhøllini í Stranda skúla.

Tað er ongantíð ov seint at byrja at røra seg!

Prísur
500 kr