Venjing fyri kvinnur í barsil
Hvar: í fimleikarhøllini í Stranda skúla
Nær: Mána- og fríggjamorgnar kl. 10:00-10:30 - byrjað verður fríggjamorgunin 6. november
Skeiðslýsing: Bjóðað verður til fjølbroytta venjing, har dentur verður lagdur á at styrkja kroppin, fáa orku og hitta aðrar mammur í somu støðu.
Venjingarnar eru lagaðar til kvinnur eftir barnsburð, har tað verður tikið støði í tínum førleikum og tí, sum tú ert klár til.
Sum luttakari venur tú í tínum egna tempo. Barnið er sjálvandi vælkomið at vera við! Dentur verður lagdur á at endurvenja kokuna, sum hevur verið undir stórum trýsti undir viðgongu og barnsburði. Harafturat at styrkja kroppin spakuliga, serliga búkvøddar, rygg og aðrar vøddar, sum eru týdninarmiklir í gerandisdegnum.
Tú nýtist ikki at fáa barnaansing fyri at vera við. Barnið kann liggja á einum teppi, sova í barnavogninum ella vera tætt hjá tær, meðan tú venur.
Rógvi Nónsgjógv Poulsen er undirvísari á skeiðnum, og kemur hann at hjálpa og stuðla luttakarunum til venjingarnar.
Skeiðið byrjar fríggjadagin 6. november 2026, og endar fríggjadagin áðrenn páskafrítíðina, 19. mars 2027. Vant verður mána- og fríggjamorgnar kl. 10:00 - 10:30 í fimleikarhøllini í Stranda skúla.
Vit síggjast!