Um kvøldskúlan
Stranda kvøldskúli bjóðar ungum sum eldri vælkomnum til eitt nýtt kvøldskúlaár, við nógvum fjølbroyttum og spennandi skeiðum.
Stranda kvøldskúli hevur í vetur 15 ymisk skeið á skránni. Fleiri skeið eru afturvendandi, men eisini eru fleiri nýggj skeið á skránni.
Tilmeldingin í ár verður skipað øðrvísi enn undanfarin ár. Stranda kvøldskúli hevur fingið nýggja heimasíðu við talgildari tilmelding. Tilmeldingin letur upp fríggjadagin 9. oktober 2026 kl. 18:00. Goldið verður samstundis sum tilmeldað verður, so tí mást tú hava gjaldskortið hjá tær við tilmelding.
Øll skeiðini eru treytað av nóg stórari luttøku. Avmarkað pláss er til flestu skeiðini, so tí ræður um at vera klárur, tá tilmeldingin letur upp. Tilmeldingarskipanin steðgar sjálv tilmeldingunum, tá skeiðið er fult. Um tú ynskir at melda til fleiri skeið, kann tað gerast undir einu og somu tilmelding.
Ymiskir kostnaðir eru fyri ymsu skeiðini – kostnaðurin sæst við lýsingina av skeiðnum.
Eru spurningar, ber til at ringja til Bárður Danielsen, kvøldskúlaleiðara, á tlf. 232725.